Jarnbardur. Mynd: Jens Kristian Vang

6-mannafør kvinnur: Jarnbardur er meistari

Jógvan Hugo Gardar

12.07.2014 - 21:04

Ítróttur > Ítróttur > Kappróður

Kvinnurnar á Jarnbardi tryggjaðu í dag sær føroyameistaraheitið hjás eksmannaførum.

Kvinnurnar á bátinum hjá Knørrafelagnum i Havn lótu ongan iva vera um at tær ætlaðu at vinna í dag eisini. Jarnbardur hevur verið nógv besti báturin hjá seksmannaførunum hja kvinnum í summar, og hóast fjarstøvan var styttri í dag, so komu kappingarneytarnir ongantíð nóg nær til at hótta havnakvinnurnar.

Sølmundur gjørdist nummar tvey, og Lómur nummar trý.

Við sigrinum gjørdist Jarnbardur fyrsti FM-vinnarin i ár.