Mynd: Torkil Strøm

6-mannafør menn: Hvessingur á FM-kós

Jógvan Hugo Gardar

12.07.2014 - 21:34

Ítróttur > Ítróttur > Kappróður

Kappingin hjá seksmannaførum hjá monnum gjørdist ikki nakar spennandi róður, tí Hvessingur, ið er mannaður við suðuroyingum, hevði munandi meir ferð enn hinir bátarnir. Nummar tvey gjørdist Jarnbardur.

Hvessingur hevur nú greiða kós móti FM-heitinum. Teir liggja fimm stig frammanfyri nummar tvey, ið er Jarnbardur. Páll fangi, ið eisini hevur givið Hvessingi kapping fyrr í ár luttók ikki í dag.