(Kvf.fo)

70% halda at Bíblian er guds orð

Sverri Egholm

01.03.2018 - 20:10

Tíðindi > Trúarlív

Allarflestu føroyingar halda, at Bíblian hevur ein guddómligan myndugleika.

Sum triði partur í sjónvarpsrøðini Gud signi Føroyar avdúkaði, hevur ein av spurningunum í kanningini, sum Lóður hevur gjørt fyri Kringvarpið, til endamáls at kanna, hvat føroyingar hugsa um Bíbliuna.

Umleið 70 % av øllum føroyingum halda, at Bíblian so ella so hevur ein guddómligan myndugleika, og góð 20% halda, at hon ikki er innblást av Gudi. Hini 10 prosentini søgdu seg ikki vita.

Síggj meira á kvf.fo her