(Savnsmynd)

72 bátsmanningar á Eystanstevnu

Ingi Samuelsen

17.06.2016 - 09:54

Ítróttur > Ítróttur > Kappróður

Triði FM-kappróðurin í ár verður rógvin leygardagin á Eystanstevnu í Runavík.

47 bátsmanningar umframt 25 barnamanningar hava boðað frá luttøku, so tilsamans verða 72 manningar, ið skulu setast við árarnar leygardagin.

Vegna jarðarferð í Runavík varða FM-róðrarnir framskundaðir í ein hálvan tíma. Róðrarsambandið boðar frá, at barnaróðrarnir byrja klokkan 13, ”ella so skjótt sum bátarnir úr Suðuroy eru komnir fram”, og FM-róðurin byrjar klokkan 14.30.

Manningarnar rógva í hesari raðfylgju:

Barnaróður, dreingir
3 Drekin
4 Falkur
5 Silja
6 Títtlingur
7 Havfrúgvin
8 Royndin Fríða
9 (Ver) Jallurin
10 Firvaldur
11 Tekla
12 Sílið
13 Ørnin
14 Ternan

Barnaróður, gentur
3 Báran
4 Ørnin
5 Havfrúgvin
6 Spógvin
7 Frúgvin
8 Pílur
9 (Ver) Fípan Fagra
10 Sílið
11 Royndin Fríða
12 Erla Kongsdóttir
13 Silja
14 Strípan
15 Kollur

5-mannafør, gentur (FM-stig í klombrum)
4 Beinta 0
5 Sílið 0
6 Báran 7
7 Havfrúgvin 7
8 Falkur 12
9 (Ver) Firvaldur 14
10 Hulda 7
11 Drekin 7
12 Svalan 2
13 Kollur 0
14 Pílur 0

6-mannafør, kvinnur
6 Jarnbardur 3
7 Páll Fangi 9
8 Sølmundur 12
9 (Ver) Rádni 14
10 Fortuna G 9
11 Skúgvur G 5

5-mannafør, dreingir
4 Ritan 0
5 Beinta 2
6 Sílið 2
7 Tjaldrið 10
8 Frúgvin 11
9 (Ver) Junkarin 11
10 Fípan Fagra G 12
11 Kollur 6
12 Teistin 2
13 Jallurin 0

6-mannafør, menn
7 Gongurólvur 7
8 Hvessingur 12
9 (Ver) Smyril 14
10 Fortuna 7

5-mannafør, kvinnur
6 Tekla 6
7 Drekin 6
8 Teistin 13
9 (Ver) Erla Kongsdóttir 13
10 Fípan Fagra 10
11 Frúgvin 6
12 Blikur 0

8-mannafør
7 Argjabáturin G 8
8 Knørrur G 11
9 (Ver) Nevið Reyða 13
10 Gullbrandur 12
11 Miðvingur 6

10-mannafør
7 Ormurin Langi 9
8 Havnarbáturin 10
9 (Ver) Eysturoyingur 14
10 Drekin Reyði 11