Toftamenn vunnu aftur tepran sigur í dag - hesaferð á grannunum úr NSÍ
(Mynd: Tofta Ítrottrfelag á Facebook)

7.umfar: B68 vann grannauppgerðina á Svangaskarði - tætt í oddinum

Agnar Frederiksen

21.04.2018 - 20:28

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Fult umfar hevur verið í 1.deild í dag:

B68 - NSÍ 1-0(1-0)
Skála - KÍ 1-2(0-2)
ÍF - HB 2-1(1-0)
Giza Hoyvík - Víkingur 2-1(1-0)
B71 - TB/FCS/Royn 6-4(2-1)

B68 vann oddadystin og grannauppgerðina á NSÍ. Einsamalla málið kom eftir 25.minuttir, tá Esmar Clementsen skoraði. NSÍ var ósigrað undan dystinum, men ungu runavíkingarnar megnaðu ikki at taka stig við av Svangaskarði í dag, og detta nú niður á 4.pláss. Hetta var fimti sigurin á rað hjá B68; allir eru vunnir við einum málið.

KÍ greiddi sína skyldu og vann á Skála. Oddaliðið skoraði tvær ferðir stutt fyri steðgin. Fyrst var tað 16-ára gamli Jonn Johannessen og síðani viðingurin Eivin Sørensen. Klaksvíkingurin á Skála-liðnum, Karstin Justesen, minkaði um munin miðskeiðis í 2.hálvleiki, men ósigraðu klaksvíkingarnir tóku øll trý stigini við heim. Skála er nú undir strikuni.

ÍF blandar seg nú av álvara í oddin. Fuglfirðingar vunnu tepran sigur á HB í Fløtugerði. Liðformðaurin Bogi Reinert Petersen legði ÍF á odda í 1.hálvleiki, men John Frederiksen fekk javnað. Tað var Gunnar Christiansen, ið skoraði til 2-1, og gjørdist matchvinnari fyri ÍF.

Giza Hoyvík vann óvæntað á Víkingi. Niklas Fríði Jacobsen gjørdist tvífaldur málskjútti fyri heimaliðið. Hann legði Giza Hoyvík á odda beint fyri hálvleik, og økti stutt eftir steðgin. Regin Arnason Jensen minkaði skjótt til 2-1, men ungu víkingarnir megnaðu ikki at javnað, og harvið vann Giza Hoyvík fyri fyrstu ferð í ár.

Tað var sonn málveistla á Sandi í dag, tá B71 tók TB/FCS/Royn. "Bert" trý mál komu í fyrra hálvleiki, men í 2.hálvleiki raplaðu málini inn. B71 vann 6-4 á botnliðnum, og sandoyingar liggja nú væl fyri. Tijani Mohammed, Bakary Bojang og Símin Hansen gjørdist allir tvífaldir málsjúttar fyri heimaliðið.

Støðan eftir 7.umfar:

KÍ 19
B68 16
ÍF 15
NSÍ 16
Víkingur 9
B71 9
HB 6
Giza Hoyvík 5
Skála 3
TB/FCS/Royn 1