8 mannafør: Argjabáturin føroyameistari við tryggum róðri

Sverri Egholm

28.07.2015 - 15:14

Ítróttur > Ítróttur > Kappróður

Eisini í hesum róðrinum skuldi tað avgerast á ólavsøku. Tað bleiv tó ikki so spennandi sum fleiri høvdu ynskt sær, tí Argjabáturin var á odda allan vegin inn á mál.

Hetta er trettanda 8 mannafarið hjá Argjabátinum síðani 1991.

Tíðirnar hjá 8 mannaførum
1. Argjabáturin 04.25.23
2. Heiðabáturin 04.28.10
3. Kvíkingur 04.31.00
4. Knørrur 04.46.13