8 mannafør: Argjabáturin vann í seinastu tøkunum

Sverri Egholm

09.06.2018 - 16:07

Ítróttur > Ítróttur > Kappróður

Hjá 8 mannaførum var sera spennandi á Sundalagsstevnu í dag. Hørð kapping var millum Árnfirðing og Argjabátin.

Teir báðir bátarnir fylgdust javnt nærum allan vegin og síðstu 200 metrarnar var tað stavn um stavn. Men í endaspurtinum tók Argjabáturin nøkur tøk sum munaðu, og tóku fyrsta plássi.

Lagt er upp til spennandi kapping á næstu stevnunum.

Úrslit 8 mannafør
1. Argjabáturin (4.55.15)
2. Árnfirðingur (4.56.25)
3. Ørvur (5.09.30)