Mynd: Jens Kr. Vang

8 mannafør: Nevið Reyða flongdi hinar

Sverri Egholm

09.07.2016 - 16:22

Ítróttur > Ítróttur > Kappróður

Spenningur er hjá 8 mannaførum, og tað var tað aftur í dag. Gullbrandur, sum hevur verið væl við í ár endaði í dag á fjórða og síðsta plássi, og tí verður tað nú sera spennandi um Nevið Reyða við fyrsta plássinum í dag, fór avstað við FM-sigrinum.

Bátarnir fylgdust inn eftir fjørðinum og tað var spennandi kapping, men í endaspurtinum reyk Nevið Reyða frá hinum og vann róðurin.

Úrslit og tíðir
1. Nevið Reyða 05:02.21
2. Argjabáturin 05:08.07
3. Knørrur 05.08.13
4. Gullbrandur