Mynd: Sudurras.fo

80 børn og ung á hondsbóltsskúla í Vági



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

12.10.2017 - 19:21

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Nú í heystfrítíðini skipar VB fyri árliga og afturvendandi hondbóltsskúlanum hjá VB. Undirtøkan sera góð og eini 80 børn og ung eru á hondbóltsskúla í Vági.

Hondbóltsskúlin verður skipaður í Vágs Høll, men harumframt verður eisini vant í venjingarhølunum hjá Ítróttaháskúlanum og í fimleikahøllini í Vágs Skúla. Døgurða eta tey í VB-húsinum.

Fyriskipararnir lata sera væl at og børnini hugna sær óført, samstundis sum tey fáa møguleika at mennast sum hondbóltsspælarar.

Hondbóltsskúlin endaði í dag.