Mynd: KVF

8-mannafør: Argjabáturin stjól sigurin frá Heiðabátinum

Sverri Egholm

13.06.2015 - 16:07

Ítróttur > Ítróttur > Kappróður

Heiðabáturin dróg frá, men teir seinastu 200 metrarnar fór Argjabáturin at renna og vann akkurát í einum spennandi 8-mannafarsróðri á Sundalagsstevnu. Toftaregin var væl við í byrjanini, men dragnaði til endan.

1. Argjabáturin 04.36.02
2. Heiðabáturin 04.36.11
3. Toftaregin 04.41.16