8-mannafør: Argjabáturin vann sera tættan róður

Sverri Egholm

27.05.2017 - 16:31

Ítróttur > Ítróttur > Kappróður

Tað var rættiligur spenningur í róðrinum millum 8-mannaførini. Kappingin var millum Argjabátin, Toftaregin og Árnfirðing.

Stavn um stavn fylgdust teir inneftir, men í spurtinum átti Argjabáturin munin. Og Toftaregin var ein lítlan skut frammanfyri Árnfirðing.