8-mannafør menn: Miðvingur vann á heimasjógvi

Jógvan Hugo Gardar

12.07.2014 - 22:15

Ítróttur > Ítróttur > Kappróður

Lagið er gott í Miðvági, aftaná at 8-mannafarið Miðingur gjørdi bart á heimasjógvi og vann róðurin. Í tættari kapping við Kvívíking vóru tað miðingar sum høvdu munin tá bátarnir foru um málstrikuna. Knørrur gjørdist nummar trý, og Argjabaturin nummar fýra.

Miðvingur hevur ikki vunnið á heimasjógvi síðani 1958.