Nevið Reyða vann aftur í dag. Klaksvíkingar vóru langt fremstir

8-mannafør: Nevið Reyða vann greitt í dag

Niels Petersen

16.07.2016 - 18:15

Ítróttur > Ítróttur > Kappróður

Tað var ikki tann stóri penningurin hjá 8 mannaførunum í dag. Nevið Reyða róði uppvísningsróður, og teir vunnu greitt frammanfyri Gullbrandi og Knørri. Aftastur í dag bleiv Argjabáturin.

Tað skal nú ganga sera illa á hond, um ikki Nevið Reyða vinnur FM heitið á Ólavsøku.

Úrslit og tíðir
1. Nevið Reyða 04:47.14
2. Argjabáturin 04:52.17
3. Knørrur         04:55.22
4. Gullbrandur  04:58:02