8-mannafør: Nevið Reyða vann trygt

Ingi Samuelsen

02.07.2016 - 15:42

Ítróttur > Ítróttur > Kappróður

Ongin ivi var um sigurin tá 8-mannaførini róðu fyri løtu síðani. Nevið Reyða úr Klaksvík vann ein vakran og tryggan sigur framman fyri Gullbrand úr Fuglafirði, sum mátti stríðast hart fyri at vinna á Knørri úr Havn.

Nevið Reyða hevur sostatt lagt seg á odda í FM-kappingini, tí undan róðrinum í dag lá Nevið og Gullbrandur jøvn við 19 stigum.

Úrslitið:
1. Nevið Reyða 04:50,01
2. Gullbrandur 04:54,05
3. Knørrur 04:54,15
4. Argjabáturin
5. Tofta Regin