92 prosent av yvirgangsatsóknunum henda í 10 londum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jógvan Hugo Gardar

07.10.2013 - 01:36

Tíðindi > Uttanlands > Annað

YVIRGANGUR: 92 prosent av øllum yvirgangsatsóknum har fólk doyggja henda í tíggju londum. Tveir triðingar av offrunum fyri yvirgang búgva í Irak, Pakistan ella Afghanistan.


Næstan øll lond í heiminum hava havt onkra yvirgangsatsókn, men álíkavæl eru tað bert nøkur heilt fá har tær flestu atsóknirnar verða framdar. Hetta vísa yvirlit sum byggja á upplýsningar frá millum annað uttanríkisráðnum hjá USA og hagstalsgrunninum Global Terrorism Database (GTD)

Hesi tíggju londini eru harðast rakt:1. Pakistan: 1404 atsóknir/1848 deyð
2. Irak: 1271 atsóknir/2436 deyð
3. Afghanistan: 1023atsóknir/2632 deyð
4. India: 557 atsóknir/231 deyð
5. Nigeria: 546 atsóknir/1386 deyð
6. Teiland: 222 atsóknir/174 deyð
7. Jemen: 203 atsóknir/365 deyð
8. Somalia: 185 atsóknir/323 deyð
9. Filipsoyggjarnar: 141 atsóknir/109 deyð
10. Sýrialand: 133 atsóknir/657 deyð

84 prosent, ella 5685 yvirgangsatsóknir vóru í hesum tíggju londunum, meðan restin av heiminum varð rakt av 16 prosentum av teimum tilsamans 6771 atsóknunum í 2012.

Tá vit hyggja eftir hvussu nógv doyðu av yvirgangi, so lótu 9647 persónar lív, 92 prosent, í teimum tíggju londunum.

Og tað eru serliga Irak, Pakistan og Afghanistan sum eru hart rakt. Hagtølini vísa at 55 prosent av atsóknunum, 62 prosent av teimum dripnu og 65 prosent av teimum løstaðu eru úr Irak, Pakistan ella Afghanistan.

Her eru nakrar av yvirgangsatsóknunum sum hava verið í ár, har flest fólk eru deyð:
22. september: Pakistan. Bumba uttanfyri eina kirkju. 85 deyð.
21.-24. september: Kenja, Álop á handilsmiðstøð. Minst 67 deyð.
17. september: Nigeria. Ein vegur bleiv stongdur og bilstjórar tiknir av døgum. 143 deyð.
10. august: Irak, Bumbir og aðrar atsóknir. 91 deyð.
2. juli: Irak: Fimm bumbur í Bagdad. 86 deyð.
10. juni: Irak: Fleiri álop. 94 deyð.
15.-21. mai: Irak: Fleiri bumbuatsóknir. 449 deyð.
23.-26. apríl: Irak: Fleiri atsóknir. 331 deyð.
19. mars: Irak: Fleiri bumbustaóknir og skjóting. 98 deyð.
21. februar: Sýrialand: Bilbumba brast í Damaskus. 83 deyð.
16. februar: Pakistan. Bumba brast í býnum Quetta. 84 deyð.
16.-19. januar: Algeria: Álop á gassframleiðsluvirkið í In Amenas. 69 deyð.
15. januar: Sýrialand: Rakettir sendar móti studentum í Damaskus. 82 deyð.
10. januar: Pakistan: Bumbur brustu í fleiri býum. 126 deyð.

--
Hagtølini koma frá ársfrágreiðingini hjá amerikanska uttanríkisráðnum fyri 2012, Global Terrorism Database (GTD) og Aftenposten.

Mynd: Frá atsóknini í Nairobi í september har minst 67 fólk doyðu.