(Mynd: EPA)

950.000 vísa sína ónøgd við nýggja Snapchat-dagføring



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

14.02.2018 - 13:28

Mentan > Vinna & Tøkni > Samskifti

Fleiri eru, sum ikki er glað fyri nýggju dagføringina hjá sosiala miðlinum Snapchat. Nýggja dagføringin byrjaði at koma á fyrstu telefonirnar í síðstu viku, og klagurnar streymaðu inn frá fyrsta degi.

Brúkararnir vísa m.a. sína ónøgd á App Store og Google Play Store, har teir streyma inn at geva appini eitt 1-stjørna ummæli.

Umframt hetta hava 950.000 brúkarar av sosiala miðlinum skriva undir undirskriftinnsavning, har mælt verður til at Snapchat fer aftur til gomlu útgávuna.

Ein av broytingunum í appini er, at tær sokallaðu “stories”, sum øll kunnu almannakunngera, nú er at finna millum tey “snappini”, sum verða persónliga send til brúkaran.

- Eg skrivi undir, tí at Snapchart er mín yndis app. Vinir mínir og eg brúka appina í heilum, og eg haldi at nýggja dagføringin er ørkymlandi og hevur eina barnsliga útsjónd. Eg umhugsi at gevast at brúka appina, so leingi hon sær soleiðis út, skrivar ein brúkar.

Sambært The Guardian hevur Snap Inc. ongar ætlanir um at fara aftur til gomlu útgávuna.

- Dagføringar, sum eru so umfatandi sum henda, taka tíð at venja seg við, men vit vóna, at brúkarin verður glaður fyri hana, tá tey hava vant seg við hana, sigur Snap Inc. í viðmerking til The Guardian.



beint nú