Tíðindi
Tel: 20 80 80
T-post: redaktion@knassar.fo
Netredaktør: Sverri Egholm (Ábyrgd)
Lýsingar
Tel: 20 70 70
T-post: lysingar@knassar.fo
Aðrir fyrispurningar verða at senda til
Knassar
Tel: 20 80 80
T-post: knassar@knassar.fo
www.knassar.fo
Í dag var fult umfar í næstbestu deildini. Talan var um níggjunda umfar, og harvið er ein triðingur av kappingini nú leiktur.
Mest merkisverda úrslitið í dag var á Svangaskarði, har B68 av álvara setti kappingarneytan í uppflytingarstríðnum uppá pláss. Og so vísti KÍ enn einaferð, at liðið ikki er oddalið fyri einki:
Víkingur - KÍ 0-1(0-0)
B68 - ÍF 6-1 (2-0)
TB/FCS/Royn - NSÍ 0-5(0-2)
B71 - Skála 1-0(0-0)
Giza Hoyvík - HB 3-1(1-0)
Í Leirvík var oddaliðið á vitjan. Eins og í fremstu deildini, so spæla Víkingur og KÍ allaroftast tættast dystir í 1.deild, og soleiðis var tað eisini í dag. Einsamallið málið kom tíðliga í 2.hálvleiki. Og tað var 16-ára gamli klaksvíkingurin, Óli Eyðsteinsson Poulsen, ið gjørdist matchvinnari. Harvið er KÍ framvegis ósigrað, og hevur vunnið átta dystir á rað.
ÍF varð sent heim við einum sekki. Fuglfirðingar hava verið heldur svingandi higartil, og uppflytarin tapti í dag heili 6-1. Toftamenn vóru á odda 2-0 í hálvleikinum eftir tvey stutt mál fyri steðgin. Esmar Clementsen gjørdist tvífaldur málskjútti tíðliga í 2. hálvleiki, men Hanus Eliasen minkaði til 3-1 stutt seinni. Seinastu tíggju minuttirnar skoraði heimaliðið tríggar ferðir, og harvið er liðið hjá Bill McLeod Jacobsen á slóðini aftur eftir ósigurin Í Klaksvík seinast.
Í Trongisvági greiddi unga NSÍ-liðið sína skyldu. Við trimum málum seint í dystinum gjørdist talan um sera greiðan sigur, og NSÍ er aftur á bronsuplássinum. B71 er í einari sera góðari gongd, og Markus Clementsen syrgdi í dag fyri, at sandoyingar vunnu á hinum uppflytaraliðnum. Og í Hoyvík vann heimaliðið 3-1 í grannauppgerðini. Óli Hansen skoraði tvær ferðir ímóti HB. Við sigrinum er Giza Hoyvík nú omanfyri strikuna.
Støðan:
1 | 9 | 8 | 1 | 0 | 27 | 6 | +21 | 25 | ||
2 | 9 | 7 | 0 | 2 | 25 | 13 | +12 | 21 | ||
3 | ![]() | 9 | 6 | 2 | 1 | 22 | 10 | +12 | 20 | |
4 | ![]() | 9 | 5 | 2 | 2 | 28 | 15 | +13 | 17 | |
5 | 9 | 5 | 0 | 4 | 17 | 18 | -1 | 15 | ||
6 | 9 | 3 | 1 | 5 | 15 | 17 | -2 | 10 | ||
7 | ![]() | 9 | 2 | 2 | 5 | 10 | 15 | -5 | 8 | |
8 | ![]() | 9 | 2 | 0 | 7 | 12 | 14 | -2 | 6 | |
9 | ![]() | 9 | 2 | 0 | 7 | 11 | 17 | -6 | 6 | |
10 | 9 | 0 | 2 | 7 | 8 | 50 | -42 | 2 |