Johanna á Bergi, FaroeShip, og Annika Sølvará, Granskingarráðið

Á fyrsta sinni eru tvær kvinnur ársins leiðarar

Jógvan Hugo Gardar

02.02.2014 - 02:44

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Annað

 Hvar eru kvinnurnar í almenna rúminum er ein ofta spurdur spurningur. Hjá teimum sum standa aftanfyri átakið Ársins leiðari hevur tað tikið tíggju ár at finna tvær kvinnur sum kundu fáa hendan heiðurin. Men í ár hava tey funnið tvær kvinnur, har onnur stendur á odda fyri samskiftinum sjóvegin við umheimin, meðan hin stendur á odda fyri samskiftinum inn í granskingarheimin og framtíðina.

Á Leiðaradegnum í gjár vóru Ársins leiðarar 2014 kosnir. Hetta var 10'undi leiðaradagurin í røðini og hetta merkir, at Ársins leiðari nr. 15 og nr. 16 vóru kosnir. Tey fyrstu árini bleiv bara ein Ársins leiðari valdur, meðan tað síðani 2009 eru valdir ein fyri tey almennu arbeiðsplássini og ein fyri tey privatu.

Ársins Leiðari innan tað privata gjørdist Johanna á Bergi, stjóri á Faroe Ship. Ársins Leiðari innan tað almenna gjørdist Annika Sølvará, stjóri fyri Granskingarráðið.

Í uppskotið til at gerast Ársins leiðari 2014 innan tað privata vóru:
Atli Gregersen, HiddenFjord
Eirikur Lindenskov, Miðlahúsið
Johanna á Bergi, FaroeShip

Í uppskotið til at gerast Ársins leiðari innan tað almenna vóru:
Annika Sølvará, Granskingarráðið
Eyðun Mørkøre, TAKS
Jenny Christina Petersen, Tjóðpallur Føroya

Hetta er sum sagt fyrsta árið at tvær kvinnur eru valdar. Frammanundan er bara ein kvinna vald til ársins leiðara, og 13 menn.

Hesi hava verið kosin Árins Leiðari:
2005 Magni Arge, privat
2006 Marner Jacobsen, privat
2007 Andras Róin, privat
2008 Christian Nagata, privat
2009 Regin Jacobsen, privat
2009 Hjalti í Jákupstovu, alment
2010 Jón Sigurdsson, privat
2010 Tormóður Stórá, alment
2011 Ragnar Joensen, privat
2011 Heðin Mortensen, alment
2012 Søren L. Bruhn, privat
2012 Hanus Joensen, alment
2013 Ólavur Asafsson Olsen, privat
2013 Halldis Joensen,