Á Heimsins hægsta tindi: Arni Vatnhamar greiðir frá

Ingi Samuelsen

09.07.2014 - 20:50

Tíðindi > Mentan > Frítíðarítriv

Nú verður møguleiki hjá almenninginum at hoyra Arna Vatnhamar - heimsins fyrsta føroying á heimsins hægsta tindi – greiða frá túri sínum upp á Mount Everest.

26. juli heldur hann fyrilestur í Norðurlandahúsinum og 3. august verður fyrilesturin hildin í Høllini á Eiði.

Arna Vatnhamar kom upp á Mount Everest hin 25. mai klokkan 8 nepalesiska tíð. Tað var ein sterk kensla fyri leirvíkingin at standa á heimsins hægsta tindi við Merkinum. Men túrurin kundi saktans blivi hansara seinasti.

Arni var sera illa fyri, og á veg niðuraftur var hann deyðanum nær, hevur hann síðan greitt frá.

Les: Tað var ein skeiv avgerð at fara heilt upp

Les: Deyðanum nær á heimsins taki