Mynd: Jens Kristian Vang

Á veg út á Landssjúkrahúsið: Óvist um Carl Herup Olsen spælir meira í dag

Sverri Egholm

07.02.2015 - 22:56

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Carl Herup Olsen hjá Neistanum kom til staða beint áðrenn hálvleik og bløddi nakað. Hóast nógv blóð var at síggja, tóktiskt tað ikki álvarsligt.

Kringvarpið visti fyri lítlari løtu at siga, at hann var á veg út á Landssjúkrahúsið. Óvist er um hann kemur aftur áðrenn dysturin er liðugur og klárar at spæla síðst partin av dystinum.

Carl Herup Olsen hevur verið ein sera eyðsýndur leikari í fyrra hálvleiki og hevur skorað fleiri mál.

Støðan í hálvleikinum var 13-12 til Neistan.

Sí eisini: Myndir: Neistin - VÍF