AB gjørt sáttmála við íslendara



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

18.01.2016 - 19:33

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

FC Argir hevur skrivað undir við 29 ára gamla íslendska vinstrabakkin Andri Freyr Björnsson. Talan er um ein 1 árs sáttmála.

- Nú kom tíðin har vit skuldu fínpussa leikaralistan til verjupartin. Íslendski verjuleikarin er ikki ókendur í føroyskum fótbólti, hann spældi fyri TB seinasta í seinasta kappingarári. Andri legði upp til 10 mál hja TB seinasta ár. Talan er eisini um ein stabilan leikara, hann leikti øll 27 umførini í seinasta kappingarár, skrivar felagið í eini fráboðan.

- Vit hava manglað ein vinstrabakk síðani Beinir fór til Danmarkar, so vit eru glaðir um at vit hava fingið ein spælara við so góðum kvalitetum sum Andri hevur, sigur Thomas Juul Sólbjørnsson Thomsen, ítróttarstjóri hjá FC Argjum við ab.fo.