Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

AB og TB/FCS/Royn trupult lutakast

Sverri Egholm

14.05.2018 - 19:40

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Stórur spenningur var í kvøld, tá lutakastið um hálvfinalurnar í kappingini um løgmanssteypið var í 3-2.

Serliga var spenningur í Suðuroynni og á Argjum, har TB/FCS/Royn og AB óvæntað hava leikt seg í hálvfinalurnar.

Soleiðis verður leikt:
B36 - TB/FCS/Royn
HB - AB

Fyrru hálvfinalurnar verða leiktar 30. mai, og seinnu 13. juni.

Finalan verður leikt á Tórsvølli 25. august.