Mynd: Sverri Egholm

AB tryggjað sær fyrsta plássi og uppflyting

Sverri Egholm

23.09.2017 - 18:34

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Við 4-1 sigri á Giza Hoyvík í dag hevur AB so at siga tryggja sær fyrsta plássi í ár. Sostatt verður AB at síggja í bestu mansdeildini í fótbólti komandi ár.

AB var klárt betra liðið á Hoyvíksvøllinum í dag, hóast hoyvíkingar høvdu gott spæl til tíðir. Støðan var 1-0 í hálvleikinum.

Tíðliga í seinna hálvleiki økti AB um leiðsluna, og tá tóktiskt alt avgjørt. Men so kom Giza Hoyvík aftur og minkaði um munin til 2-1. Løtuna aftaná málið hevði Giza Hoyvík betri tak á argjamonnum, men so glapp, og úrslitið gjørdist 4-1.

Giza Hoyvík - AB (4-1)
Teitur Debes Olsen 0-1
Jobin Drangastein 0-2
Ahmed Keita 1-2
Cristian í Garði 1-3
Jobin Drangastein 1-4

Sí eisini: Myndir: Giza Hoyvík - AB