Havnameistararnir úr Runavík, Tórshavn og Vági her mitt í verðini, inni á stóra og nýggja simulatorinum í havnini í Aberdeen. Tórsbjørn við stýripinnin. Mynd Jan Müller/oljan.fo

Aberdeen Harbour letur dyrnar upp fyri føroyingum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jan Müller

13.09.2015 - 14:11

Oljan >

Tá føroyingar fara á oljumessu í útlandinum er tað ikki óvanligt, at avtalur verða gjørdar við virki, havnir oo. um at vitja. Á henda hátt kunnu føroysku luttakararnir á eitt nú oljumessuni í Aberdeen fáa enn meira burtur úr íløguni. Og so var eisini hesaferð, tá eitt ferðalag uppá umleið 25 fólk vóru á oljumessu í Skotlandi.

Nú ein av høvuðsboðskapunum á básinum var at kunna um og marknaðarføra tað maritima umhvørvið í Føroyum, sum í nógvum førum er knýtt at ymsum havnum kring oyggjarnar, varð tað eisini náttúrligt at skipa fyri vitjan í sjálvum hjartanum í oljuhøvuðsstaðnum, nevniliga Aberdeen Harbour, sum ikki er ein og hvør í so máta. Undir yvirskriftini “Britain´s oldest existing business”, elsta núverandi fyritøkan í Bretlandi, bjóða fryntligi fíggjarstjórin, Matt North og havnameistarin, Ray Shaw føroyska ferðalagnum vælkomnum til stórfingnu havnina í Aberdeen.

Føroyingar og Aberdeen

Blíðskapurin er óførur og gera vertirnir sær stóran ómak og góðar stundir at greiða teimum 22 føroyingunum, sum eitt nú umboða ymsar havnir og virki í Føroyum, frá um hesa fyri skotar so ernu havn og fyritøku, ið søguliga eisini hevur havt tøtt bond til Føroyar. Tað var tann tíð, tá føroysk fiskiskip javnan løgdu inn í Aberdeen. Eisini minnast vit Smyril, sum brúkti havnina í Aberdeen tey árini rutusamband var millum londini. Her húsaðust eisini okkara frægu umboðsmenn í Stórabretlandi, Skarðhamar og Sofus Poulsen. So fyri mangar føroyingar gjøgnum árini hevur júst havnin í Aberdeen havt stóran týdning.

Í dag leggur okkurt hendingaskipið úr Føroyum til bryggju í Aberdeen. Henda seinasta vitjanin av føroyingum mundi tí eisini vera ein áminning um, hvussu her var fyrr. Hesar fáu tímarnar vitjað varð í nýggja sjóvinnutorninum við inngangsportrið til havnina, har øll ferðslan verður fingin inn og úr havnini, fingu føroysku gestirnir eina kenslu av, hvussu stóran týdning havnin og havnaumhvørvið veruliga hava fyri henda lutvíst stóra havnabýin og henda partin av Skotlandi.

Her koma og fara meira enn 8000 skip um árið, helvt um helvt olju- og ferðamanna- og flutningsskip av ymsum slag, tó at olju- og frálandsvinnan hevur munin. Samlaða talið at ferðandi er 155.000. Stóra virksemið hevur gjørt, at havnin er fult troytt allar samdøgursins tímar hvønn dag í árinum. Og nú er um at standa á at taka ímóti mongu skipunum. Har er rætt og slætt ikki atløgupláss ella nóg nógv pláss á landi at hýsa vørum ol.

Byggja nýggja havn

Tí verður arbeitt við eini útbygging av havnini, men trupulleikin er tann, at alt umhvørvið rundan um verandi havn er longu fullsett við sethúsum. Tí er eingin møguleiki fyri at víða um vrandi havn. Hetta hevur fingið myndugleikarnar at hyggja rundan um seg og er valið fallið á eina vík í grannalagnum, Nigg Bay. Gjørt er uppskot til eina spildurnýggja havn, sum fer at kosta millum 3 og 4 milliardir kr. Mett verður, at havnin er sjálvt grundarlagið og katalysatorurin fyri vøkstri og menning í býnum, og tí verður nýggja íløgan mett sum ein avgerandi fortreyt fyri, at vøksturin kann halda fram.

Aberdeenbúgvar eru sera ernir av teirra søguligu havn, og tí síggja teir útbyggingina sum eina heilt náttúrliga gongd, nú fullsett er í verandi havn nærum alt samdøgrið.

Hóast oljuvinnan í løtuni er niðurgangandi, so síggja tey í havnini í Aberdeen ikki hesa sannroynd sum ein trupulleika. Undir øllum umstøðum er tørvur á at fáa meira atløgupláss og betraðar umstøður til at taka ímóti framtíðar sjóflutninginum. M.a. er Aberdeen høvuðshavnin, tá tað ræður um flutningin til oyggjarnar fyri norðan, Orknoyggjar og Hetland.

Føroyski gestirnir teirra millum ikki færri enn tríggir havnameistarar sluppu eisini at royna nýggja og risastóra simulatorin, sum gjørdi løtuna enn meira spennandi og gevandi. Samanumtikið ein stór uppliving fyri teir mongu føroysku gestirnar.

Havnin í Aberdeen hevur umleið 100 fólk í føstum arbeiði, men atknýttu størvini eru umleið 12.000. Yvirskotið hjá havnini áðrenn skatt er 130 mill. kr.

Íblástur við heim í bagasjuni

Neyvan hava so nógvir føroyingar vitjað havnina í Aberdeen samstundis. Og eingin ivi um, at teir heimaftur við sær hava nógvan íblástur, sum eisini kann vera hentur at hava í bagasjuni, nú tá stórar havnaútbyggingar skulu fremjast í Føroyum. Hetta um somu tíð sum nógv verður gjørt fyri at fáa ferðsluna, ið fer framvið oyggjunum, at leggja leiðina í føroyaska havn eftir vørum og tænastum. Sostætt mundi boðskapurin og endamálið við føroysku luttøkuni á oljumessuni í Aberdeen, neviliga at marknaðarføra Føroyar sum maritiman tænastudepil í Norðuratlantshavi, koma væl við og vera uppá sítt pláss.