Absalon Eysturoy: Klintrileiðin á Trælnípuni liðug

Hanus Samró

08.06.2017 - 21:22

Ítróttur > Vinna & Tøkni > Ferðavinna

Nú er tað møguligt hjá klintrarum at royna nýggju klintrileiðina á Trælanípuni. Havnarmaðurin Absalon Eysturoy hevur saman við føroyskum og donskum klintrarum bygt klintrileiðina. Sambært Abasloni Eysturoy vildu teir vita, um tað var møguligt at klintra á bóltaðum leiðum í bjørgunum.

- Hetta gevur óendaligar nógvar møguleikar fyri klintring, og á tann hátt njóta náttúruna í Føroyum í stórum stíli. At klintra á boltaðum leiðum verður mett at vera tryggasti mátin at klintra uppá. Boltarnir eru sterkir, hóast teir eru smáir. Hetta er gott, tí teir síggjast nærum ikki aftur í náttúruni.

At Føroyar eru vorðnar kular, sæst ikki bara aftur á vaksandi ferðafólkatølunum. Alsamt fleiri føroyingar njóta nógvu møguleikarnar, føroyska náttúran hevur at bjóðað. Men tað er ikki bara bara at byggjaklintrileið. Tað krevur drúgvar royndir, førleikar og teknikk.

- Tað tekur tíð at finna røttu leiðirnar, samstudis sum tað krevur nógv arbeiði at reinsa leiðirnar fyri leysum gróti og grúsi. Eftir tveir dagar máttu vit gevast at arbeiða uppá eina leið, tí góðskan ikki var nóg góð. Tíbetur funnu vit eina sera góða leið nærhendis. 

Hon er soleiðis háttað, at tveir klintrarar kunnu ganga út á trælanípuna við einum reipi og vanligu útgerðini, sum verður nýtt, tá klintrað verður innandura. Hesir kunnu so síða niður í bergi antin 25 metra, ella umleið 70 metrar, har standipláss eru. Herfrá klintra teir so uppeftir. Ávegis eru eisini ymskir møguleikar sum eru bóltaðir, alt eftir hvørjar førleikar klintrarin hevur.