Lutakastið var í Nyon í Sveis fyrr í dag.

(Mynd: EPA)

AC Milan og Arsenal bresta saman: Her er lutakastið til áttandapartsfinalurnar

Agnar Frederiksen

23.02.2018 - 17:25

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur
Eftir dystirnirar í gjár eru nú bert 16 lið eftir í Europa League, og í dag hevur lutakastið til 1/8-finalurnar so verið:

Lazio - Dynamo Kiev
RB Leipzig - Zenit St Petersburg
Atletico Madrid - Lokomotiv Moscow
CSKA Moscow - Lyon
Marseille - Athletic Bilbao
Sporting Lissabon -Viktoria Plzen
Borussia Dortmund - FC Salzburg
AC Milan - Arsenal

Í hesum uppgerðunum skulu tey seinastu átta liðini finnast. Størsta uppgerðin er ivaleyst Milan - Arsenal. Italienska liðið vann trygt á Ludogorets í 1/16 partsfinalunum. Milan vann 4-0 tilsamans. Arsneal sá eisini út til at fara trygt víðari, eftir 3-0 sigur á útivølli ímóti 
Östersunds. Men svenska liðið skoraði tvey skjót mál í fyrra hálvleiki á Emirates í gjár, og so kom plássið hjá Arsenal í vanda. Men enska liðið minkaði til 2-1 beinavegin í 2.hálvleiki, og tað gjørdist eisini endaliga úrslitið. Fyri bæði hesi liðini er tað umráðadni at vinna Evropa League, fyri at fáa pláss í Champions League komandi ár, tí bæði liðini fáa tað sera trupult at gera tað ígøgnum heimligu deildina.

Fyrru dystirnir verða leiktir hósdagin 8.mars, meðan seinni dystirnir eru á skránni 15.mars; eina viku seinni.