Upptøkur: Skysports

Aðalskrivari hjá FSF: Veit ikki, hvat eftirspæl hetta fær fyri okkum

Jens Hákun Leo

11.10.2016 - 10:54

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

- Ein FIFA-kommiserur, sum hevði evstu ábygdina av trygdini í sambandi við landsdystin ímillum Føroyar og Portgual í gjárkvøldið, var á Tórsvølli í gjárkvøldið og skrivaði stutt eftir dystin eina frágreiðing um dystin og tilburðin, tá ið ein ungur maður rann inn á vøllin og tók eina selfie við Cristiano Ronaldo.

- Hesa frágreiðingina sendi hann í gjárkvøldið til FIFA, sum nú skal taka støðu til, hvørt hendingin skal fáa nakrar avleiðingar fyri føroyska fótbóltssambandið.

Hetta segði Virgar Hvidbro, aðalskrivari í FSF, tá ið Portalurin fyri løtu síðan fekk fatur á honum og spurdi, hvat eftirspæl tað fer at fáa fyri fótbóltssambandið og unga mannin, at hann í gjárkvøldið rann inn á vøllin, tá ið Føroyar og Portugal dystaðust á Tórsvølli.

Spurdur, hvørt ungi maðurin fær nakra revsing fyri tilburðin, svaraði Virgar Hvidbro á soljóðandi hátt:

- Tað er ov tíðliga enn at siga nakað um tað. Fyrst mugu vit bíða eftir at vita, hvørt aganevndin hjá FIFA, sum hevur hetta málið um hendi, fer at gera nakað meira burtur úr hendingini, og vísir tað seg, at vit í FSF fáa eina bót, mugu vit taka tað harfrá.

- Hetta er tó undir øllum umstøðum óheppið, at slíkt kemur fyri (at fólk renna inn á vøllin, red), sigur Virgar Hvidbro víðari.

Virgar Hvidbro dugir ikki at siga, nær aganevndin hjá FIFA kemur til ein úrskurð í hesum málinum.