Mynd: EPA

Adios amigos: Frakland í finaluni

Hanus Samró

31.01.2015 - 02:10

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Spania og Frakland leiktu í kvøld ein spennandi dyst í hálvfinaluni í heimsmeistaraheitinum í Qatar. Hálvleiksstøðan var 14-18 til Frakland.

Leikferðin í fyrra hálvleiki var høg og dysturin bylgdi aftur og fram. Spania legði seg tíðliga í fyrra hálvleiki á odda við trimum málum, men aftaná skiftist liðini um at skora. Einu løtuna førdi Frakland við fimm málum, men Spania fall ikki í fátt og megnaði at eta seg inn aftur í dystin, so bert tvey mál vóru millum liðini. Tá nakrir minuttir vóru eftir av fyrra hálvleiki tók Spania time-out, men tað skuldi vísa seg at verða heldur dýrt, tí Frakland fekk mest burtur úr time-outinum. Tá dómararnir bríkslaðu til hálvleiks var støðan 14-18 til Frakland.

Seinni hálvleikur kundi ikki verið í størri andsøgn enn fyrri, tí liðini stríddust við at fáa mál. Álopsspælið hekk ikki saman, meðan verjan og málmenninir á báðum liðunum stóðu væl. Serliga málmaðurin hjá Fraklandi, Omeyer, stóð ein branndyst. Hann bjargaði 4 av 6 brotskøstum. Sostatt endaði dysturin 22-25 til Frakland.

Finalan í HM í hondbólti verður millum Qatar og Frakland sunnudagin 1. februar.