Savnsmynd (Mynd: Jens kr. Vang)

Advokaturin hjá yngra manninum noktar hann sekan í morðroynd

Sverri Egholm

13.06.2018 - 15:38

Tíðindi > Lóg & Landaskil > Dómstólar og rættarmál

Jógvan Páll Lassen, advokatur hjá tí yngra ákærda í sonevnda øksarmálinum, noktar, at talan skal vera um eina morðroynd.

Hann játtar klientin hjá sær sekan í grein 245 í revsilógini fyri grovan harðskap “under skræpede omstændigheder”, sum gevur 6 ár. Advokaturin mælir nevningatinginum frá at døma 22 ára gamla mannin eftir grein 237, sum kann geva upp til lívstíð og eftir grein 246, sum kann geva upp til 10 ár í fongsli.

Steðgur er í løtuni í Føroya rætti, og eftir hann, fer Óla Jákup Kristoffersen, advokatur, at hava proceduru vegna tann 24 ára gamla.

Væntandi verður rættarfundurin liðugur um fimm tíðina.

Les eisini: Kunnu fáa seks ár upp til lívlanga fongsulsrevsing