Ætla at rógva kapp aftur í Eysturkommunu


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Ingi Samuelsen

17.02.2017 - 13:07

Ítróttur > Ítróttur > Kappróður

Tað er nú nógv ár síðani, at kappróður var í Gøtu og Leirvík, men nú verður ein roynd gjørd at stovna eitt kappróðrarfelag í Eysturkommunu.

Kallað er inn til stovnandi aðalfund næsta leygardag, 25. februar.

Í Eysturkommunu er fótbóltur tann stóri ítrótturin, men síðan nakað fyri síðsta kommunuval hevur nógv verið tosa og skriva um at stovna eitt kappróðrarfelag í Eysturkommunu, upplýsa stigtakararnir.

Fyrr var kappróður ein partur av virkseminum í bæði LÍF í Leirvík og GÍ í Gøtu. Nú verður so talan um at gera eitt felags kappróðrarfelag fyri allar bygdirnar í kommununi.