(Mynd: Rudda Føroyar)

Ætla at rudda Føroyar uppá ein dag



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Oda Strøm

13.04.2018 - 07:03

Tíðindi > Heilsa & Umhvørvi > Dálking

Sigrun Mohr og Elin Lindenskov hava sett sær fyri, við hjálp frá øðrum góðum fólki, at rudda Føroyar uppá ein dag 15. september í ár.

- Føroyar skulu taka ábyrgd í ovurhondsstóru avbjóðingini við ruski í náttúruni, sigur Elin Lindenskov.

- Tí tóku eg og Sigrun Mohr stig til, at Føroyar skuldu luttaka á altjóða ruddingardegnum. Síðani hevur toymið ment seg, og fleiri eldsálir eru komnar aftrat.

“Rudda Føroyar” er eitt samstarv millum umhvørvisfelagskapirnar Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag (FNU) og Ringrás og onnur umhvørvisverndarfólk í Føroyum. Toymið er í dag mannað av Sigrun Mohr, Elini Lindenskov, Heiðriki Hejnesen, Lindu Macdonald og umboðum úr Ringrás og FNU.

- Rudda Føroyar ynskir at fáa so nógv fólk sum gjørligt at luttaka í alheims ruddingardegnum. Málið er at fáa 5% av heimsins fólkum út at rudda í nærumhvørvinum ein dag um árið, so um fólk ynskja at hjálpa, eru tey vælkomin at skriva til okkum, leggur Elin Lindenskov afturat.

Meira kunning um átakið kann lesast her