(Mynd: hugaaconstruction.com)

Ætla at seta høll á fótbóltsvøllin í Leirvík



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

21.04.2017 - 12:09

Tíðindi > Eysturoy - Leirvík

Eysturkommuna hevur ætlanir um at byggja høll oman á fótbóltsvøllin í Leirvík. Umboð fyri kommununa hava verið í Noregi og hugt eftir slíkum multihøllum, og roknað verður nú við, at finnast kann ein loysn í Leirvík til ein kostnað um tær 40 milliónir krónurnar.

Tað skrivar Dimmalætting í dag.

Talan er um at keypa eina høll, sum kann setast upp sum ”samlisett” upp á lutfalsliga stutta tíð. Hetta er nakað sama loysn, sum Vágs kommuna eisini arbeiðir við.

Eysturkommuna hevur enn ikki tikið endaliga avgerð um at byggja høllina. Fyrst skal ein tørvskanning gerast, sigur Jóhan Christiansen, borgarstjóri við Dimmalætting.

- Tað kann væl vera, at vit hava eina hóming av, hvat fólk ynskja, men við einari somikið stórari íløgu, umframt tað, sum tað kostar at reka, vilja vit gjarna vita, um vit hava borgararnar við, sigur Jóhan Christiansen við Dimmalætting.