Nick Foles við Vince Lombardi steypinum (Mynd: EPA)

Ætlaði at steðga yrkisleiðini – gjørdist Super Bowl MVP

Ari av Rana

05.02.2018 - 16:55

Ítróttur > Ítróttur > Amerikanskur fótbóltur

Nick Foles, quarterback hjá Philiadelphia Eagles, varð í gjár valdur til Most Valuable Player (MVP) í Super Bowl dystinum í gjár. Hetta er ein heiður, sum allir leikararnir droyma um at fáa.

Nick Foles fekk heiðurin eftir at hava kasta heili 373 yards og trý touchdowns, umframt at hann sjálvur skoraði eitt touchdown. Við hesum gjørdist Nick Foles fyrsti spælir nakrantíð, sum bæði kastar og loftaði eitt touchdown í Super Bowl.

Nick Foles byrjaði kappingarárið, sum eyka quarterback. Fyrstavalið var Carson Wentz, sum spældi framúr væl. Men Wentz gjørdist skaddur, og tí beyð møguleikin seg fyri Nick Foles. Nick Foles leiddi Philidelphia Eagles til teirra fyrsta Super Bowl sigur í søgu felagsins.

Men mest merkisverda við Nick Foles er hvørki, at hann byrjaði kappingarárið sum næsta valið á quarterback plássinum hjá The Eagles, ella at hann megnaði at steðga væl spælandi New England Patriots. Nick Foles megnaði alt hetta, bert 2 ár eftir at hann umhugsaði at steðga yrkisleiðini.

Men við einum Super Bowl ringi á fingrinum, Vince Lombardi steypinum í skápinum, og heiðrinum sum Super Bowl LII MVP, má sigast, at Nick Foles tók røttu avgerðina at halda á.

Les eisini: Eagles basti Patriots í Super Bowl

Sí eisini: Myndir: Patriots - Eagles (33-41)




beint nú