Savnsmynd: Kiran Jóanesarson

Ætlaðu at landa 2000 tons í Føroyum: Betri prísur í Norra



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Kiran Jóanesarson

06.02.2018 - 09:08

> Tíðindi > Føroyar

Danska uppsjóvarskipið Ruth skal landa 2000 tons av makreli í Egersund, sum teir hava fiskað í ES sjógvi.

Ruth var á feltinum í 18 tímar, og skuldi eftir ætlan koma á Kollafjørð við lastini, men prísurin var eitt vet betri í Norra.

Virðið á lastini hjá Faroe Plagic var 7,50 krónur, meðan teir fingu 50 oyru meira í Egersund.

Ruth hevur hendan túrin fiskað í ES sjógvi vestanfyri Hetland, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Tá ið teir hava landað, skulu teir á svartkjaftaveiu vestanfyri Írland. Við eru 10 mans, harav ein er dani. Skipari er Mikkjal Godtfred.