Mynd: kvf.fo

Ætlan: Fáa nýtt tjóðleikhús í 2019



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Snorri Brend

01.10.2014 - 13:17

Tíðindi > Mentan > Sjónleikur

Seinni í hesum mánaðinum verður eftir ætlan avgjørt, hvar eitt nýtt tjóðleikhús skal byggjst.

Í løtuni eru samráðingar millum eina bygginevnd og Tórshavnar Býráð um hvar eitt leikhús kann byggjast.

- Á langtíðarløguætlanini eru 50 milljónir krónur settar av til at byggja leikhús, men ongir pengar eru á uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2015, veit heimasíðan ting.fo at siga.

Hinvegin verða 4,8 óbrúktar milljónir fluttar frá í ár til næsta ár, so til ber at gera eina byggiskrá.

Í viðmerkingunum til fíggjarlógaruppskotið verður sagt, at ein verklagslóg helst verður løgd fyri Løgtingið á vári 2015 og eftir langtíðarløguætlanini, so skal nýtt tjóðleikhús standa liðugt í 2019, skrivar altso ting.fo.