Á víkingaskipasavni í Noregi. Frá vinstru Jana Jensen, Annika Joensen, Finnbjørn Hovsgarð, Guðmundur Sjúrðarson Norðbúð, Jon Boyer Godal og Geir Røvik

Ætlanin um víkingaskip í Hovi tekur skap


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Ingi Samuelsen

26.11.2015 - 09:44

Tíðindi > Mentan > Søga

Ætlanin um at byggja eitt kopi av einum víkingaskipi í Hovi er við at taka skap. Herfyri vóru umboð fyri føroyska felagið í Noregi og Danmark og hugdu eftir víkingaskipum og skapa sambond, ið kunnu vera gagnlig í arbeiðinum framyvir.

Tað krevst nógvur peningur til slíka stóra ætlan, og í løtuni verður síðsta hond løgd á eina røð av umsóknum til grunnar og stovnar, ið kunnu hugsast at vera sinnað at veita stuðul til umfatandi verkætlanina, upplýsir ein av nevndarlimunum í felagnum Víkingaskipið, Jana Jensen.

- Tað er ikki líka mikið hvat tað er fyri eitt skip, vit byggja. Tað skal vera egnað til at sigla herúti í Norðuratlantshavi, og skal tí vera øðrvísi enn tey skipini, sum vit síggja sigla innanskers í Noregi og aðrastaðni, sigur Jana Jensen.

Tune-skipið
Avgerð er tikin um, at føroyska víkingaskipið skal vera eitt kopi av skipinum, sum eitur Tune-skipið. Tune-skipið er frá 900-talinum, og leivdirnar av tí síggjast í dag á Vikingskipshuset á Bygdøy í Oslo.

- Skipið hóskar væl til okkara ætlan, tað er góðar 18 metrar langt. Men avbjóðingin er, at tað ikki er so nógv eftir av skipinum, og tað ongantíð fyrr er gjørt kopi av júst hesum skipinum, sigur Jana Jensen.

Ætlanin er at víkingaskipið skal byggjast í Hovi. Talan er um eina stóra verkætlan, tí skipið skal byggjast burtur úr ráum eikibulum. At skaffa egnaðan eikivið er ein stór avbjóðing, serliga til kjølin, sum skal vera í einum stykki.

Fólkslig verkætlan
Men áðrenn farið kann farast undir byggingina, skal eitt minni modell – helst fleiri – gerast fyri at royna sniðið av. Eisini skal byggjast eitt hús – neyst – at byggja skipið í áðrenn farast kann undir at strekkja kjølin.

- Vit hava ein ætlan um at gera hetta til eitt fólksligt projekt, so at skilja, at føroyingar kunnu vera við til byggingina. Tá viðarbulirnir skulu klívast, er brúk fyri nógvum góðum kreftum. Eisini tá stóra seglið skal vevast. Ætlanin er at seglið skal vevast úr føroyskari ull, sigur Jana Jensen.

Á túrinum í Noregi fingu føroyingarnir í lag samstarv við norska bátabyggjaran Geir Rørvik, ið bygdi modellið av Oseberg-skipinum og í løtuni er í gongd við Klåstad-skipið. Hann er sinnaður at hjálpa til við skipinum, sum skal byggjast í Hovi.

Ein avbjóðing er at finna fólk, ið duga handverkið. Millum fólkini handan føroyska víkingaskipið er Guðmund Sjúrðarson Nordbúð, sum í løtuni er í læru sum bátabyggjari í Noregi, og er við til at byggja víkingaskip har.