Ætlanirnar hjá Egon Olsen stolnar



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

08.01.2018 - 17:55

Mentan > List > Filmslist

Nordisk film hevur í løtuni eina Olsen banden framsýning, har fólk millum annað kunnu síggja stovuna hjá Yvonne.

Klokkan 12.20 sunnudagin hendi tað heldur skemtiliga, at eitt kup varð framt. Ein kvinna, sum vitjaði framsýningina, gjørdi ikki mætari enn at stjala ætlanirnar hjá Egon Olsen.

Kvinnan gekk inn í stovuna hjá Yvonne, har hon fekk eyga á ein pakka, sum var bundin inn í seglgarn. Pakkan koyrdi hon inn undir jakkan, og fór avstað.

Pakkin er sami pakki, sum Egon Olsen altíð hevði við sær, tá hann kom úr fongslinum. Tá hevði hann lagt ætlanir fyri næsta innbrotið, og ætlanirnar vóru altíð í pakkanum. Ætlanirnar fortaldi Egon altíð fyri Benny og Kjeld inni í stovuni hjá Yvonne.

- Tað er eitt sindur spoyskt, at ein framsýning er um ein bandan, sum stjelur, og at ein tjóvur kemur at stjala. Men kanska kvinnan bara er ein fjeppari, sum hevur tørv á einum kuppi í sínum lívi, sigur Nicklas Smedegaard Pedersen, sum hevur ábyrgd av framsýningini, fyri DR.

Nicklas sigur, at Nordisk film altíð hevur eina “genial plan”, so tað er bert ein spurningur um tíð, áðrenn tey hava fingið pakkan aftur.