Stórur íslendskur fagnaður í Reykjavík í kvøld. Her síggjast Gylfi Sigurðsson og Birkir Bjarnason Mynd: mbl.is

Áfram Ísland: Íslendingar eru til reiðar til HM

Agnar Frederiksen

09.10.2017 - 21:35

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Tað er sera góður fótbóltshýrur í Reykjavík og í øllum Íslandi í kvøld. Í fjør var Ísland við til sítt fyrsta EM endapæl, og við 2-0 sigri á Kosovo í Reykjavík í kvøld er greitt, at Ísland skal til HM í Russlandi komandi summar.

Tað var Gylfi Sigurðsson, sum fekk hol á fimm minuttir fyri hálvleik, tá hann tók sakina í egnar hendur. Ísland hevði gott tamarhald á dystinum, og miðskeiðis í 2.hálvleiki legði Sigurðsson bóltin innfyri málið, har Jóhann Berg Guðmundsson var komin uppá pláss. Málini frá hesum báðum Premier League-leikarunum góvu Íslandi ein 2-0 sigur, og tey trý stigini sum skuldu til fyri at vinna bólkin.

Tað var framúr góður stemningur á Laugardalsvøllinum, tá íslendska landsliðið skrivaði søgu. Ísland er minsta landið nakrantíð, ið luttekur í einum HM-endaspælið.

Eitt stórt tillukku við flotta avrikinum til okkara íslendsku grannar og frændir. Vit hava meira um dystirnar í kvøld skjótast gjørligt.