Afrikani settur av – kanska ein møguleiki hjá Brandi

Ingi Samuelsen

11.10.2016 - 15:06

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Føroyski landsliðsleikarin, Brandur Hendriksson, hevur nú ein færri at kappast við í royndini at vinna sær pláss á besta superligaliðnum hjá Randers FC.

Danskir miðlar skriva í dag, at íslendski venjarin hjá Randers, Ólafur Kristjánsson, hevur tikið avgerð um at koyra suðurafrikanska landsliðsspælaran, Mandla Masango, úr superligahópinum og lata hann venja við ungdómshópinum.

- Masango hevur ikki víst áhuga í at vera við í hópinum. Samstarvið hevur ikki riggað henda seinasta mánaðin, sigur ítróttastjórin Ole Nielsen við heimasíðuna hjá Randers FC.

Talan var um, at suðurafrikanski miðvallaleikarin skuldi skifta til annað superligafelag, AaB, men hesin handilin gjørdist av ongum. Hatta var eisini helst orsøkin til, at hann ikki møtti til venjing til tíðina eftir summarstøðgin, og sambært leiðsluni hevur hann síðan ikki víst áhuga fyri felagnum.

Mandla Masango hevur sáttmála við Randers fram til summarið 2018. Hann er skrásettur fyri 13 dystir við suðurafrikanska landsliðnum.

Um hetta fær ávirkan á støðuna hjá føroyska miðvallaleikaranum í Randers, Brand Hendriksson, er óvist. Eftir at Brandur kom til Randers, hevur hann bert spælt tveir dystir á besta liðnum.