Mynd: EPA

Aftur áfast millum Trump og Clinton

Steinar Patursson

27.11.2016 - 17:58

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

Donald Trump hevur enn einaferð lagt eftir Hillary Clinton, eftir at valfólk hennara hava boðað frá, at Clinton tekur undir við, at summar atkvøður verða taldar á nýggjum.

Tað var herfyri, at Jill Stein, forsetavalevnið fyri tey Grønu, boðaði frá, at hon fór at biðja um at fáa atkvøðurnar úr wisconsin, Pennsylvania og Michigan taldar á nýggjum, tí at statistiskt óreglusemi var at síggja í atkvøðubýtinum.

Clinton tekur eftir øllum at døma undir við umteljingini, og hesum hóvar ikki Donald Trump, ið hevur mint hana á, at hon hevur longu tikið undir við úrslitinum.

Samstundis minti Trump Clinton á, at hon undir valstríðnum førdi fram, at tað var neyðugt at báðir partar tóku undir við valúrslitinum, heldur enn sáa iva um úrslitið.

- So nógv tíð og so nógvir pengar verða spiltir - sama úrslit! segði Donald Trump á Twitter um tíðindini.

Hóast eingi ítøkilig prógv eru um valsvik av nøkrum slag, so vil Jill Stein vera við, at møguligt hevur verið hjá útlendskum teldusníkum at ávirka úrslitið.

Demokratarnir hava áður skuldsett Russland fyri at nýta teldusnýkar at leggja seg upp í amerikansk viðurskifti. Millum annað vildi DNC, demokratiska floksleiðslan, vera við, at tað vóru russiskir teldusníkar, ið latið miðlunum innanhýsis teldupostar hjá demokratiska flokkinum, ið kundu skaða umdømið hjá flokkinum.

Hóast avgerð verður tikin um, at úrslitini skulu teljast á nýggjum, so eru serfrøðingar á einum máli um, at tað er sera ósannlíkt, at umteljingin fer at broyta nakað sum helst.