Heed (Mynd: Dr.dk)

Aftur ein føroyingur í X Factor

Sverri Egholm

13.01.2017 - 21:17

Mentan > Tónleikur > Tónleikakappingar

X Factor kappingin er nú komin so mikið langt, at tað nú er greitt hvør verður við í sokallaða 5 Chair Challenge, sum verður næsta fríggjadag.

Og eisini er greitt, at ein føroyingur er við í kappingini. Talan er um fuglfirðingin Jógvan Jacobsen, sum býr í Danmark. Hann er millum tey sum eru eldri enn 23 ár.

Hann gongur undir navninum Heed, og hann koma vit heilt sikkurt at hoyra meira til tær næstu vikurnar.

Síggj X Factor her