Mynd frá leitingini fyrr í hesum mánaðinum (Mynd: Sverri Egholm)

Enn ein miseydnað roynd í Skopunarfirði

Sverri Egholm

14.09.2017 - 15:35

Tíðindi >

Í gjár var aftur gjørd ein roynd at finna bátin, sum sakk í Skopunarfirði tann 31. august.

Brimil var á staðnum allan dagin í gjár og gjørdi skanningar og tók myndir. Sum skilst vóru myndirnar góðar, men einki var at síggja.

Streymurin fer nú aftur at harðna, og støða skal nú takast, um nøkur roynd verður gjørd aftur, tá streymurin batnar aftur síðst í hesum mánaðanum.

Sera nógvar royndir at fáa bátin upp, eru gjørdar. Longu 1. september gjørdu Stelkur og Vesturtúgva eina roynd at trála eftir bátinum. Sum skilst fingu teir bátin næstan heilt upp, men mistu hann aftur.

Síðani tá eru allar royndir miseydnaðar.

Báturin sakk tá farmaskipið Mykines rendi á hann klokkan 02:00 hesa náttina. Tveir mans vóru í bátinum, men bara tann eini varð bjargaður.

Sí tíðarlinju fyri vanlukkuna her