Mynd: Oliver Joensen, Norðlýsið

Aftur sigur til Team Klaksvík í dag

Sverri Egholm

08.10.2017 - 17:13

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Tað koyrir væl hjá klaksvíkingunum í Team Klaksvík, sum aftur í dag fingu tvey stig á kontuna.

Team Klaksvík vitjaði í Kollafirði, har KÍF, sum enn ikki hevur vunnið nakran dyst í ár, tók ímóti. Og sigursrøðin hjá Team Klaksvík helt fram, tí úrslitið gjørdist 23-21 til klaksvíkingar.

Liðið hevur nú hálað seg upp á 6 stig fyri fýra dystir. Seinastu tvey kappingarárini hevur Team Klaksvík ongan dyst vunnið.

Úrslit í FTZ deildini
VÍF - StÍF (36-32)
Neistin - Kyndil (23-19)
KÍF - Team Klaksvík (21-23)

Støðan
1. H71 (6 stig)*
2. Neistin (6 stig)
3. Team Klaksvík (6 stig)
4. VÍF (4 stig)
5. StÍF (4 stig)
6. Kyndil (2 stig)**
7. KÍF (0 stig)


Úrslit í Hvonn deildini
Stjørnan - VB (18-32)
VÍF - StÍF (32-14)
Neistin - Kyndil (19-26)

Støðan
1. Kyndil (7 stig)
2. VB (7 stig)
3. VÍF (6 stig)*
4. Neistin (4 stig)
5. H71 (0 stig)*
6. Stjørnan (0 stig)*
7. StíF (0 stig)*

*Ein dyst færri
** Ein dyst fleiri