Aftur tíð at dansa



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

06.10.2017 - 07:35

Mentan > Mentan > Kvæði & kvæðamentan
Nú er dansitíðin byrjað aftur, og eitt av afturvendandi tiltøkunum líka síðani Norðurlandahúsið lat upp í 1983, er barnadansurin í Norðurlandahúsinum. Aftur í ár skipar Dansifelagið í Havn fyri barnadansi í Norðurlandahúsinum fríggjakvøld í dansitíðini, har børn og ung dansa saman við vaksnum.

Næstu ferð dansað verður, er í kvøld. Í heystfrítíðini er eingin dansur, men síðani verður dansað hvørt fríggjakvøld frá 20. oktober fram til 1. desember – og aftur frá 5. januar til 2. februar 2018. Tiltakið er ókeypis og øll kunnu vera við.

Harumframt dansar Dansifelagið í Havn vanliga í Hornahúsunum fríggjakvøld í dansitíðini. Byrjað verður við ársaðalfundi fríggjakvøldið 20. oktober.

Tíðindaskriv frá Dansifelagnum í Havn