Donald Tusk, t.h., her saman við stjórnarleiðaranum í Luksemburg, Xavier Bettel (Mynd: EPA)

Afturvaldur til forseta uttan atkvøðuna hjá heimlandinum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

09.03.2017 - 16:46

Tíðindi > Uttanlands - ES

Hóast mótstøðu frá sínum egna føðilandi, Polandi, heldur Donald Tusk fram sum ES-forseti fram til november 2019. Tað vátta fleiri ES-leiðarar í dag.

Afturvalið av ES-forsetanum hendi eftir eina óvanliga atkvøðugreiðslu á ES-toppfundinum í dag. 27 lond atkvøddu fyri, meðan Poland lat vera við at greiða atkvøðu.

Sitandi tjóðskaparkonservativa stjórnin í Polandi hevur arbeitt hart fyri at forða fyri, at politiski mótstøðumaðurin, Donald Tusk, skuldi veljast aftur í valdsmikla sessin.