(Mynd: Birgir Kruse/Birkblogg)

Áheitan frá IRF: Tak plastið av lýsingum og bløðum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

19.09.2017 - 21:42

Tíðindi > Heilsa & Umhvørvi > Endurnýtsla

Ikki ber til at endurnýta pappírið um plastið fylgir við, neyðugt er tí at taka plastið av, áðrenn pappírið fer í tann hvíta posan til endurnýtslu, sigur IRF.

– Vit hava ikki arbeiðsorku at taka plasti av, so tíverri fara lýsingar og bløð í plastpakningi, í brenniovnin. Hetta er sera harmiligt, sigur Aslaug Gisladóttir, varastjóri hjá IRF, tí talan er um rættiliga stórar nøgdir.

Tað er jaligt at síggja, at fólk í alt størri mun ynskja at endurnýta, og vilja vit við hesi kunning hjálpa teimum at gera tað á rættan hátt, vísir IRF á.

- Vit vilja tí heita á fólk um at taka plasti av lýsingum og bløðum, áðrenn pappírið verður latið til endurnýtslu. Pappír og papp kann nevniliga endurnýtast heilar 7 til 10 ferðir, verður sagt í tíðindaskrivi.

Á brennistøðini í Leirvík hava tey tikið í móti 20 prosent meira av burturkasti í ár í mun undanfarna ár, samtundis sum ketilin er við at vera gamal og umvælingar mugu gerast. Tað hevur við sær, at steðgir í brenningini javnan eru, og at brennistøðin er um at hokna undan.