Áhugabólkur fyri fríari fosturtøku ætlar sær at stovnsetast sum felag



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Oda Strøm

16.05.2018 - 06:26

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Familjupolitikkur

Frítt Val, ið er ein áhugabólkur, ið arbeiðir fyri fríari fosturtøku í Føroyum, boðar nú frá, at tey ætla at stovna seg sum felag. Stovnandi aðalfundurin skal eftir ætlan verða fríggjakvøldið 8. juni kl 19:30 í Perluni í Havn. 

- Frítt Val byrjaði í august 2017 sum ein fólkarørsla fyri fríari abort í Føroyum. Síðani tá er rørslan vaksin nógv, og nú er tíðin búgvin at stovna okkum sum felag. Ætlanin við felagnum er áhaldandi at arbeiða fyri at niðurbróta stigmatiseringina av abort, men serliga eisini at hjálpa teimum kvinnum, ið eru í hesari støðu, siga stigtakararnar.