Tíðindi
Tel: 20 80 80
T-post: redaktion@knassar.fo
Netredaktør: Sverri Egholm (Ábyrgd)
Lýsingar
Tel: 20 70 70
T-post: lysingar@knassar.fo
Aðrir fyrispurningar verða at senda til
Knassar
Tel: 20 80 80
T-post: knassar@knassar.fo
www.knassar.fo
Í annaðkvøld byrjar stóra finalan í amerikonskum fótbólti. Finalan eitur Super Bowl og hetta er hálvtrýssinstjúgundu ferð, at tað verður leikt.
Tað er ovur stórur áhugi fyri finaluni, sum helst er størsta tiltakið í amerikonskum ítrótti.
Seinastu árini hevur er áhugin blivin alsamt størri. Sambært Internation Business Times hevur hyggjaratalið sett met ár eftir ár síðani 2010, undantikið í 2013, tá San Francisco 49ers og Baltimore Ravens spældu. Eitt streymslit í triðingsumfarinum, sum vardi í 34 minuttir gjørdi, at fleiri mistu áhugan.
Í 2014 vóru tað 112,2 milliónir sum fylgdu við, í fjør vóru tað 114,4 milliónir og tað er eingin orsøk at halda, at rákið steðgar her. Í ár verður væntað, at í miðal 117 milliónir fara at hyggja eftir dystinum millum Carolina Panthers og Denver Broncos.
Super Bowl verður í annaðkvøld og sendingin á TV3+ byrjar klokkan 21 føroyska tíð. Sjálv finalan byrjar klokkan 23:30.
Les eisini: Super Bowl fyri hálvtrýssinstjúgundu ferð