(Mynd: Scanpix)

Airbnb ger søguliga avtalu við Danmark



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Oda Strøm

17.05.2018 - 10:53

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

Danskarar, sum útleiga teira bústað gjøgnum Airbnb, kunnu nú síggja fram til, at leiguinntøkur teirra verða beinleiðis fráboðaðar til Skat.

Tað tryggjar ein nýggj avtala, sum er gjørd millum danska skattamálaráðið og Airbnb. Danmark er fyrsta land í heiminum, sum ger avtalu við altjóða útleiganarportalin, sambært danska skattamálaráðnum.

Við avtaluni bindur Airbnb seg til at automatiskt fráboða talið av útleiganardøgum og leiguinntøkur hjá brúkarunum til Skat. 

Hetta hendir í kjalarvørrinum á, at ein politiskur meiriluti í fólkatinginum týsdagin bleiv samdur um at seta eitt loft á, hvussu nógvar dagar um árið ein kann leiga sín bústað út, og hvussu nógvan pening ein kann forvinna uppá tað, áðrenn tað skal fráboðast til skattavaldið. Tað er søguligt, heldur skattamálaráðharrin í Danmark, Karsten Lauritzen, sambært TV2.

Politiska avtalan inniber, at danskir útleigarar framyvir kunnu leiga sín bústað út í mesta lagi 70 dagar um árið, tó at einkultu kommunurnar kunnu velja at hækka loftið upp í 100 dagar, um tær ynskja tað. Botnfrádrátturin á útleigan verður eisini hækkaður frá 24.000 kr um árið til 28.000 kr. 

Sambært TV2 útleigaði ein typiskur danskur útleigari sín bústað út í 23 dagar í fjør og forvann í miðal 13.500 kr fyri tað. Sambært stjóranum á írska sætinum hjá Airbnb, Patrick Robinson, útleiga umleið 30.000 danskarar sín bústað út gjøgnum Airbnb.