Peter Madsen

Ákærin: - Peter Madsen er til vanda fyri onnur

Ari av Rana

16.01.2018 - 15:17

Tíðindi > Danmark

- Peter Madsen er til stóran og nærliggjandi vanda fyri lívið hjá øðrum.

So avgjørdur var ákærin, tá danska løgreglan hevði tíðindafund um Nautilus-málið, har Peter Madsen er ákærdur fyri at hava dripið svensku tíðindakvinnuna, Kim Wall.

Ákærin hjá løgregluni, Jakob Buch-Jepsen, segði, at rættarlæknaráðið hevur avgjørt, at Peter Madsen er egnaður til at verða revsaður, og at hann kann verða dømdur at sita í varðhaldi.

- Fyrst og fremst hevur man funnið fram til, at hann er egnaður at verða revsaður, og at hann kann dømast at sita í varðhaldi. Hetta tí sum orsøk av hansara persónligheit og at bæði Retspsykiatrisk Klink og rættarlæknaráðið meta, at hansara persónligheit ger, at hann er til stóran og nærliggjandi vanda fyri lívi, heilsu og vælferðina hjá øðrum, segði Jakob Buch-Larsen.

Eisini kom fram, at ákæruvaldið metir, at Peter Madsen stakk Kim Wall í undirlívið fleiri ferðir, meðan hon var á lívi, skrivar TV2.

Les eisini: Peter Madsen ákærdur fyri morð: - morðið var planlagt